
Stjórin í Landsbankanum og formaðurin í Búskaparráðnum hava hvør í sínum lagi seinastu vikurnar verið frammi og sagt, at tað fer at ganga útyvir haldførið, um Suðuroyartunnilin verður gjørdur nú.
Tað tykist, sum boðskapurin er, at verður Suðuroyartunnilin frávaldur, so sparir tað Landskassanum 1 milliard kr. komandi 10 árini, sum kunnu brúkast til aðrar íløgur ella annan rakstur.
Men er tað nú heilt rætt?
Stutt sagt
Verður farið undir Suðuroyartunnilin, so fer hann komandi 10 árini at kosta Landskassanum 100 mió. kr. um árið, tilsamans 1 milliard kr. á íløgu-síðuni. Tá tunnilin er liðugur verða spardar umleið 40-45 mió. kr. í rakstrinum hvørt ár í 30 ár í mun til verandi siglandi Suðuroyarleið og siglandi Skúvoyarleið. Ein sparing, sum kann fara til at betra um haldførið hjá Landskassanum.
Verður hildið fast í siglandi Suðuroyarleiðini, so fer hon á íløgu-síðuni at kosta Landskassanum umleið 1 milliard kr. innan 7-8 ár, tí ein nýggjur skal Smyril byggjast. Tá nýggi Smyril er liðugur fer Suðuroyarleiðin frameftir (sjálvandi) at kosta tað sama í rakstri sum í dag, eini 100 mió. kr. um árið (ella eitt roknað miðal yvir 30 ár á 146 mió. kr. til rakstur, viðlíkahald, dokkingar og nýggj skip). Altso ongin sparing í rakstrinum í mun til í dag.
Stutt sagt, líka mikið hvat, so kemur Suðuroyarleiðin komandi 10 árini at kosta Landskassanum 1 milliard kr. í íløgum. Men alt eftir hvør loysn verður vald, so eru møguleikar at spara í rakstrinum á Fíggjarlógini.
Verður Suðuroyartunnilin valdur, so er ein sparing í rakstrinum á 40-45 mió. kr. frá 2035 og frameftir, og eftir 30 ár, tá lánið hjá PF Suðuroyartunlinum er afturgoldið, so verður árliga sparingin 145-150 mió. kr. um árið.
Verður siglandi Suðuroyarleiðin vald, so er ongin sparing í rakstrinum í mun til støðuna í dag.
Tann longra útgávan
Løgtinginum viðgerð í løtuni eitt lógaruppskot um at fáa gjørt projekteringina lidna og bjóða út Suðuroyartunnilin, fyri at fáa neyva kostnaðin av Suðuroyartunlinum.
Tað fyriliggur tó longu ein kostnaðarmeting av Suðuroyartunlinum, og har er eisini gjørdur ein fíggingarleistur.
Mett verður, at Suðuroyartunnilin fer at kosta umleið 4,3 milliardir krónur (øll tøl í hesum skjali eru 2024 tøl). Íroknað hesum eru allar avleiddar verkætlanir á landi í Sandoynni og í Suðuroynni, umframt at Skúvoyggin verður knýtt uppí verkætlanina.
Suðuroyartunnilin og Suðuroyarleiðin
4,3 milliardir kr. til Suðuroyartunnilin ljóðar av sera nógvum. Hetta verður tó ikki goldið í einum, men yvir eitt langt áramál á umleið 40 ár (fyrst 100 mió. kr. um árið í 10 ár, so lánsgjald í 30 ár).
Hendan upphæddin skal tó eisini setast upp ímóti, at Landskassin í dag hevur stórar árligar útreiðslur av einari siglandi Suðuroyarleið og eisini útreiðslur av einari siglandi Skúvoyarleið.
Í miðal verður roknað við, at siglandi Suðuroyarleiðin árini 2035 til 2064 fer at kosta umleið 146 mió. kr. um árið til rakstur, viðlíkahald, dokkingar og nýggjar Smyrlar. Ein partur av hesum fevnir um ein nýggjan Smyril á umleið 1 milliard kr. innan 7-8 ár.
Sama roknistykkið er ikki gjørt fyri Skúvoyarleiðina, men árligi raksturin av Skúvoyarleiðini er umleið 4,5 mió. kr., og eitt nýtt Skúvoyarskip fer væntandi at kosta umleið 80 mió kr. So í miðal fer Skúvoyarleiðin kanska at kosta eini 5-10 mió. kr. um árið í nevnda tíðarskeiði.
Suðuroyartunnilin sparir raksturin á fíggjarlógini við 40-45 mió. kr.
Ein týðandi partur av fíggingini av Suðuroyartunlinum er, at útreiðslurnar av verandi siglandi Suðuroyarleið verða spardar á fíggjarlógini og fluttar til Suðuroyartunnilin, tá tunnilin er liðugur.
Halda metingarnar, sum nú eru gjørdar, so kostar lánsgjald og rakstur av Suðuroyartunlinum umleið 110 mió. kr. um árið frá 2035 til 2064 (lán á 4,3 milliardir kr. + uml. 500 mió. kr. í rentum) – sum so fara av teimum 146 mió. kr. frá Suðuroyarleiðini til PF Suðuroyartunnilin. Restin, umleið 35 mió. kr. + eini 5-10 mió. kr. frá Skúvoyarleiðini, kunnu fara at betra um haldførið við tils. 40-45 mió kr. um árið í 30 ár. Tá lánið til Suðuroyartunnlini er útgoldið í 2064, er sparingin hjá Landskassanum eini 150-155 mió. kr. (146 + 5-10) um árið.
Innskot í PF Suðuroyartunnilin
Umframt at brúka pengarnar, sum verða spardir á Suðuroyarleiðini og Skúvoyarleiðini til Suðuroyartunnilin, so er eisini ætlanin, at Landið skal gera eitt innskot í PF Suðuroyartunnilin.
Ætlanin er, at 350 mió. kr. fara frá Íleggingargrunnin í Suðuroyartunnilin. Og harumframt skjýtur Landið á fíggjarlógini 100 mió. kr. um árið í PF Suðuroyartunnilin komandi 10 árini.
100 milliónir kr. um árið ljóðar av nógvum.
Men verður hugt eftir hvussu nógv Landið hevur brúkt uppá tunlar og verkætlanir, sum eru atknýttar tunlum, seinastu 4 árini, so eru tað í 4 ára tíðarskeiðinum frá 2021 til og við 2024 brúktar út við 1,5 milliardir krónur uppá tunlar, ella umleið 370 mió. kr. í miðal um árið.
So í veruleikanum eru 100 mió. kr. til Suðuroyartunnilin lítið í mun til tað, sum hevur verið brúkt árliga uppá tunlar seinastu 4 árini.
Løgtingsviðgerðin og Suðuroyartunnilin
Suðuroyartunnilin verður ikki settur ígongd við uppskotinum, sum nú liggur í Løgtinginum, men uppskotið fer at flyta okkum nærri einari ígongdsetan. Men tað verður tó ikki fyrr enn Løgtingið aftur hevur viðgjørt málið komandi ár.
Líkamikið hvør loysn verður vald, Suðuroyartunnilin ella framhaldandi siglandi Suðuroyarleið, so fer tað at kosta Landskassanum 1 milliard kr. á íløgusíðuni komandi 8-10 árini. Antin til Suðuroyartunnilin ella til ein nýggjan Smyril.
Líkamikið hvør loysn verður vald, so fer Suðuroyarleiðin – antin hon er siglandi ella koyrandi at kosta Landskassanum yvir 100 mió. kr. um árið í nógv ár fram í tíðina.
Við siglandi Suðuroyarleið í miðal 146 mió. kr. + 5-10 mío. kr. á Skúvoyarleiðini um árið, eini 150-155 mió. kr. um árið.
Við koyrandi Suðuroyarleið í miðal 110 mió. kr. um árið í 30 ár eftir at Suðuroyartunnlin er liðugur – ella 40-45 mió. kr. minni enn til siglandi farleiðina.
So líka mikið hvat, so fara tað at verða brúktir heilt nógvir pengar á Suðuroyarleiðini komandi árini.
Siglandi Suðuroyarleiðin er dýrari og harumframt avmarkað av ferðaætlan og túratali, havarí og illveðri. Og eisini avmarkað av plássi umborð á Smyrli, og hevur longri ferðatíð umframt bíðitíð á keiini.
Koyrandi Suðuroyarleiðin er ein sparing í mun til siglandi Suðuroyarleiðini og gevur hartil fullan flexibilitet – øll kunnu koma og fara júst tá teimum lystur – og ferðatíðin verður stytt munandi. Í mun til verandi siglandi farleið fer hetta eisini at skapa ein annan dynamikk og aðrar møguleikar fyri vøkstri, sum kanska ikki er so lættur at máta, men sum er sjónligur bæði eftir Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Eg haldi ikki, at tað er so trupult at velja Suðuroyartunnilin framum eina siglandi Suðuroyarleið – ikki bara tí eg eri suðuroyingur, men eisini tí hetta er tað, sum fer at ganga samfelagnum best – eisini í mun til haldførið.
Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar