
Hvussu heldur tú, at ein maskottur á oyggjaleikum sær út? Betri Oyggjaleikir skulu hava ein maskott, og vit bjóða øllum at vera við í teknikappingini
Okkara maskottur kann vera eitt djór, ein skapningur, eitt fólk, ein vera, ein blóma ella okkurt heilt, heilt annað. Títt hugflog setur markið. Sama hvat, so er maskotturin góður við ítrótt og við Føroyar.
Vit ímynda okkum ein maskott, sum er fittur, blíður, vinaligur, kerur, søtur, lívligur, stuttligur, íðin, eldhugaður. Harafturat elskar maskotturin at vera millum fólk, at íðka, kappast, ítrótt, stuttleika, børn, gestir, fríska luft, oyggjar, hav, ymiskt veðurlag og ikki minst – oyggjaleikir!
Maskotturin fer á ferð í Føroyum at hitta børn, siga børnum søgur og tosa við tey um ítrótt, og hvør veit, um maskotturin ikki eisini fer at íðka ítrótt saman við børnunum?
Vit bjóða øllum, sum hava hug at royna seg, at vera við. Tekna títt uppskot til ein maskott til Betri Oyggjaleikir, sum eru í Føroyum í juli 2027.
Soleiðis gert tú:
Tekna títt uppskot, gev maskottinum navn og set tekning og navn á eitt pappír fyri seg. Set síðan títt navn, tlf-nummar og tín bústað á eitt annað pappír og send okkum alt í einum brævbjálva, sum er frámerktur: Maskottur.
Send brævbjálvan við postinum til:
Betri Oyggjaleikir 2027
Eystara Bryggja 30
FO-100 Tórshavn
ella
Krøk skjalið upp í ein t-post, har tú upplýsir títt navn, tlf-nummar og tín bústað og send til maskottur@faroeislands27.fo
Freistin at senda er mikudagin 7/5-2025 á midnátt.
Ein dómsnevnd velur millum innkomnu tekningarnar. Dómsnevndin tilskilar sær rættin til at gera smærri tillagingar ella broytingar – og til onga tekning at velja.
Vinnandi uppskotið fær ein spennandi gávupakka frá samstørvum okkara: Betri, SMS, Bakkafrost, Raska MBM, Smyril Line og Atlantsflog.
Facebook viðmerkingar