Ein av luttakarunum í Breddanum 21. januar, umboð fyri Heilsu- og umsorganartænastuna í Tórshavnar kommunu, ynskti, at vit í Føroyum fingu smidligari skipan, eins og í Danmark. Eina skipan, sum gevur møguleika fyri frítøku fyri starvsvenjing, tá ein hevur nógvar arbeiðsroyndir.
Heilsuskúlin skal hervið kunna um, at í Føroyum ber væl til at verða frítikin fyri starvsvenjing, tá mann hevur nógvar arbeiðsroyndir. Tað eru somu reglur, sum verða nýttar fyri allarflestu næmingar í Danmark. Tá er ein steðgur á 3 mánaðir ávegis í útbúgvingini.
Eisini bjóða vit í Føroyum eina enn smidligari skipan enn í DK; nevniliga møguleikan at taka útbúgvingina uppá styttri tíð og verða liðugur uppá 11 mánaðir, heldur enn 15 mánaðir sum vanligt. Tá skal ein ikki flyta tvær ferðir til Suðuroyar í skúla, men tekur allan skúlapartin í einum.
Í báðum førum er galdandi, at ein skal hava umleið eitt ára viðkomandi arbeiðsroyndir.
Harumframt kom fram, at Heilsuskúli Føroya ikki er ein miðnámsútbúgving. Tað er ikki rætt!
Ein miðnámsskúli er ein skúli, sum eftir 9. flokk, gevur atgongd til aðrar útbúgvingar. Tað gevur Heilsuskúlin.
M.a. til ymiskar miðallangar útbúgvingar og professiónsútbúgvingar í Danmark.
Hetta bleyv rættað aftur í Breddanum tann 22. januar.
Facebook viðmerkingar