Í dag kom stóri belgiski seglbáturin Antwerp Flyer á Vág. Antwerp Flyer er 27,5 m. langur og er ávegis til Íslands. Umborð á Antwerp Flyer eru 9 mans.
Onki óvanligt er, at seglbátar koma á Vág ella á aðrar føroyskar havnir, men tað er heilt óvanligt, at seglbátar koma so tíðliga á árinum.
Hjá Vágs Havn verður eisini upplýst, at hetta helst er fyrstu ferð at seglbátur er komin á Vág í januar mánað.
Facebook viðmerkingar