Hósdagin 13. februar verður alment tiltak hjá Sinnisbata í Suðuroy.
Tiltakið er skipað sum eitt kafékvøld, har høvi verður at hitta umboð úr Sinnisbata til prát og kjak. Umframt hetta verður kunnað um virksemi felagsins og avvarðandi arbeiðið.
Evnið fyri kvøldið verður “Tá sálarsjúkan rakar – alla familjuna”, har stutt framløga verður um evnið at vera avvarðandi og hvussu stóran týdning tað hevur at leggja meira dent á inkludering av avvarðandi í viðgerð og mannagongdum. Eftirfylgjandi verður ein persónlig søga at hoyra, har ein avvarðandi mamma greiðir frá. Høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum aftaná framløgurnar.
—
Hvussu kann tað kennast at vera avvarðandi at einum menniskja, sum hevur sinnisligar avbjóðingar, og hvussu kunnu vit stuðla okkara kæru, sum gerast illa fyri sinnisliga, og somuleiðis taka atlit til okkum sjálvi og tey rundan um?
Í mong ár hava vit nærum bara havt fokus á viðkomandi, sum gerst sjúkur, men sálarsjúkan rakar øll – serliga familjuna, herundir maka, børn, foreldur og onnur, sum eru tætt uppá. Hesi kunnu ofta kenna støðuna sera trupla og hava torført við at finna fótafestið, tí mesta hjálpin, sum er til, er til tey, sum gerast sjúk. Men í dag vita vit, at tey avvarðandi kunnu gera stóra mun fyri ein persón, sum er blivin sjúkur, fyri at koma fyri seg aftur. Somuleiðis vita vit eisini, at avvarðandi eru meira útsett fyri sjálvi at gerast sjúk – og tí mugu vit seta enn meira fokus á at ráðgeva, vegleiða og hjálpa allari familjuni – tá sálarsjúkan rakar.
Sinnisbati vil við tiltakinum seta tey avvarðandi í miðdeplin, bæði børn, foreldur, makar og systkin, ommur og abbar, starvsfelagar sum vinir.
Sinnisbati bjóðar millum annað avvarðandibólkar og undirvísing, sum skal stuðla teimum avvarðandi í teirra støðu og lætta um gerandisdagin hjá allari familjuna. Vit hava í fýra ár havt bólkar fyri børn, ung og vaksin, og eftirmetingarnar vísa okkum, at stórur tørvur er á slíkum tilboðum. Okkara filosofi er heilt einføld – hjálpa vit teimum avvarðandi og geva vit teimum neyðugu amboðini, so kunnu vit hjálpa teimum, sum gerast sjúk í enn størri mun.
—
Vit síggjast í Vági tann 13. februar kl. 19:30-21:30 til eitt hugnaligt kafékvøld har øll eru vælkomin. Tiltakið verður í Billiarðhúsinum (Garðslon) í Vági, Vágsvegur 114.
Vit bjóða kaffi/te og okkurt leskiligt til góman.
Facebook viðmerkingar