Aftaná at hava starvast hjá tí almenna, sum stjóri á lógardeildini í Tinganesi og aðalstjóri í Løgmálaráðnum, Innlendismálaráðnum og Samferdslumálaráðnum, í meira enn 25 ár, havi eg gjørt av at seta mína egnu advokatfyritøku á stovn, greiður Rúni Joensen frá.
Navnið á fyritøkuni er ” NOVA” og hon húsast í C. Pløyensgøtu 15, 100 Tórshavn.
Fyritøkan húsast eisini í hølinum hjá Rock á Vágsvegi nr. 52 í Vági, har opið er tveir dagar um vikuna, hósdag og fríggjadag.
Umframt allar vanligar advokattænastur, kann eg, við teimum royndum eg havi, eisini bjóða ráðgeving innan leiðslu, løgfrøðilig skeid og ráðgeving innan almenna fyrisiting, fyri ein sera kappingarføran prís, sigur Rúni Joensen.
Advokatvirkið “NOVA” hevur telefonnummar 788070, og teldupostadressan er runi@nova.fo
Facebook viðmerkingar