Hesa vikuna verður árliga missiónsvikan á Tvøroyri. Ymisk tiltøk verða í kirkjuni og í missiónshúsinum.
Byrja verður í kirkjuni mikukvøldið kl. 20.00. Tá verður føstuguðstænasta við Jónsvein Bech og Jens Lisberg syngur
Hóskvøldið kl. 19.00 møtast juniorarnir í missiónshúsinum. Har eru dreingir og gentur í 4. fl. og upp til 7. fl. vælkomin at vera við. Tey fáa ein drekkamunn, hoyra eitt bíbilorð, spæla og hava spurnarkapping.
Fríggjakvøldið kl. 20.00 verður møti, har Jógvan Højgaard talar.
Leygarkvøldið kl. 20.00 talar Ovi Brim prestur og streingjakórið í Porkeri syngur. Innsavnan verður til missiónsarbeiðið. Ein drekkamunnur verður aftaná.
Sunnudagin kl. 11.00 verður guðstænasta í Tvøroyrar kirkju við Ova Brim presti.
Sunnudagin kl. 18.00 verður møti har Margeir Toftegaard úr Fuglafirði talar og Mansbólkurin syngur. Innsavnan verður til missiónsarbeiðið og nátturði verður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar