1. februar 2020 vóru tað 40 ár síðani, at Mannbjørn Tausen hevði 1. arbeiðsdag í Suðuroyar Sparikassa. Í gjár var móttøka í høvuðssætinum hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági og nógv fólk vóru møtt at heiðra býarmyndini í Vági.
Í Vági kennast flest øll við fryntliga og fyrikomandi persónin Mannbjørn Tausen, sum umframt at hava starvast í Suðuroyar Sparikassa í 40 ár, eisini hevur verið virkin ítróttarmaður, bæði innan fótbólt, borðtennis og badminton. Mannbjørn hevur eisini verið formaður í VB, og var m.a. formaður í VB, tá VB vann Føroyameistaraskapin í fótbólti í 2000.
Á móttøkuni vóru røður og sangur, og Mannbjørn greiddi sjálvur at enda frá tíðini í Suðuroyar Sparikassa, har hann hevur arbeitt undir øllum stjórunum, sum hava verið í søgu Sparikassans.
Nú Mannbjørn hevur starvast í Suðuroyar Sparikassa í 40 ár, er hann eisini tað starvsfólkið, sum hevur verið longst í Suðuroyar Sparikassa. Gamla “árs-metið” átti fyrsti stjórin, Petur Dahl, vanliga nevndur Petur Spar, sum var stjóri í Suðuroyar Sparikassa frá 1943 til 1980.
Facebook viðmerkingar