Grækarismessuhald í Vági

Skótaliðið Royndin skipar fyri grækarismessuhaldi leygardagin 14. mars kl. 15. við Minnisvarðan í Vági.

Skótar og úlvar ganga skrúðgongur kl.14:45 úr skótahúsinum og oman til Minnisvarðan.

Arnfinnur Bjarkhamar, fyrrverandi fyrstilærari í Sumba, heldur røðu. Sangarar úr sangkórinum Ljómur luttaka við felagssangi.

Aftaná bjóðar skótaliðið kaffi og okkurt afturvið í Miðlatúni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar