Suðuroyar Sparikassi: Við virknaði frá 14. apríl 2020 lækkar Suðuroyar Sparikassi innlánsrentuna, fyri innlán uttan uppsøgn hjá privatkundum, niður í -0,75% fyri kundar, sum hava eina samlaða saldu fyri innlán uttan uppsøgn yvir 500.000 kr.
Rentubroytingarnar verða framdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið Suðuroyar Sparikassi hevur av innlánunum, umframt tey øktu innlánini, sum Suðuroyar Sparikassi hevur móttikið síðstu tíðina.
Harumframt er yvirskipaða gongdin á marknaðunum, og útlitini fyri áhaldandi negativari rentu hjá Tjóðbankanum eisini orsøkir til lækkingina.
Allar aðrar innlánsrentur eru óbroyttar. Rentan á uppsagnarkonti og EftirLønar konti er upp í 0,20% p.a.
Sí rentuyvirlit á ss.fo
Facebook viðmerkingar