Fyri at verja eldri borgarar ímóti corona smittuvandanum avlýsir Bú- og Heimatænastan í Suðuroy nøkur av sínum tiltøkum og tilboðum til eldri borgarar.
Øll venjingartilboð eru avlýst og somuleiðis eru øll almenn tiltøk á ellisheimunum og eldrasambýlunum avlýst.
Dagtilhaldið, har borgarar koma inn á t.d. Hamragarð, er eisini steðgað, men halda starvsfólk hjá Bú- og Heimatænastuni tó tætt samband við tey, sum eru einsamøll.
Lýst verður nærri, tá tiltøkini og tilboðini verða skipaði aftur.
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Facebook viðmerkingar