Í sambandi við Coronasmittuna hevur SEV sett ymisk tiltøk í verk fyri at verja elveitingina. M.a. er avgjørt at hurðarnar verða læstar, og at einans vitjandi, veitarar v.m., sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, fáa atgongd eftir avtalu
Harumframt eru starvsfólk biðin um, so vítt gjørligt, at arbeiða heima, og har hetta ikki er ein møguleiki, eitt nú á elverkunum, eru broytingar gjørdar í arbeiðsbýti og vaktarskipanum fyri at tryggja elveitingina.
Av innanhýsis tiltøkum hevur SEV m.a. avgjørt at avlýsa allar ferðing og skeiðsvirksemi, steingja kantinurnar, umframt at fundarvirksemi verður avgreitt elektroniskt.
“SEV veitir samfelagsberandi tænastur, sum eru grundarlagið undir nærum øllum virksemi í samfelagnum. Hesa uppgávuna taka vit í størsta álvara, og tí fylgja vit ikki bert almennu vegleiðingunum, men hava sett herd tiltøk í verk bæði innanhýsis og uttanhýsis”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Facebook viðmerkingar