Vágs kommuna: Í tráð við tilmælini frá Løgmanni og landsstýrinum verða kommunalir stovnar í Vágs kommunu stongdir frá í dag av og 14 dagar fram (til og við fríggjadagin 27. Mars 2020). Høvuðsorsøkin er fyribyrgjan av smittu av corona-virus. Harumframt stongja kommunalir stovnar við áheitan um, at fólk halda seg heima í tann mun tað er gjørligt, tí hetta eisini fyribyrgir smittu av corona-virus.
Kommunalir stovnar og tænastur, sum verða stongdir eru:
- Dagrøktin Skálalund
- Dagstovnurin Eikilund, íroknað forskúla-bólkin í Vágs Skúla
- Frítíðarskúlin
- Ungdómshúsið
- Vágs Skúli
- Vágs Kvøldsskúli
- Musikkskúlin í Vági
- Skúlatannlækna-tænastan
Harumframt verða eisini stongd:
- Páls Høll
- Vágs Høll og VB-húsið
- Marghøllin
- Fjarlestrardepilin
- Miðlatún
Høvuðsorsøkin til at kommunalir stovnar lata aftur er fyri á best gjørligan hátt at verja okkum øllum ímóti smittu av corona-virus. Ein liður í hesum er, at hvør einstakur tekur ábyrgd og ger sítt til at minka um smittuvandan, tí verður eisini mælt til, at fylgja tilmælunum um frástøðu frá fólki og at vaska / spritta hendur, og um at halda seg heima.
Facebook viðmerkingar