Fyrsti føroyingur, ið fekk staðfest coronavirus, er nú staðfestur frískur aftur. Hann og familjan hava verið avbyrgd heima við hús, og tey eru nú loyst úr sóttarhaldinum.
Heilsustøðan hjá viðkomandi og familjuni hevur verið góð allatíðina, síðan hann kom aftur til Føroyar úr París tann 24. februar. Maðurin fekk sjúkueyðkenni 29. februar. Hini trý í húskinum vóru eisini kannað, og øll úrslitini vóru negativ.
Landslæknin fór beinanvegin at kanna nærri allar teir persónar, sum hann hevði verið í sambandi við.
18 fólk vóru sett í sóttarhald, og tey eru somuleiðis loyst úr sóttarhaldinum. Onkur teirra hevur verið heima við hús, meðan onnur hava verið á Hotel Vágum.
Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni.
Facebook viðmerkingar