Í morgun eru tað nú í alt 23 føroyingar, ið eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna. Tølini fyri frísk eru ein dag “seinkaði” í mun til tølini fyri smittaði, tí er tøluni fyri “frísk” 23. mars ikki við í talvuni omanfyri.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Tann fyrsti føroyingurin er nú innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar