Tekniska brekið umborð á Smyrli hevur nú við sær, at Smyril ikki siglir suður sum ætlað kl. 17 seinnapartin í dag. Og av somu orsøk verður heldur ikki siglt norður til Havnar í morgin, týsmorgun, kl. 7.00.
Æltanin er at Smyril skal sigla suður av Havnini kl. 10.00 í morgin týsdagin 24. mars.
Sostatt hevur tekniska brekið umborð á Smyrli ført við sær, at Smyril bara hevur siglt tann eina túrin í dag, tað varð norður tíðliga í morgun. Ongir túrar verða suður í dag og ætlanin er at siglt verður av Havnini týsmorgun.
Hetta ávirkar sum verða man bæði handilslív og vinnulívið, tí tilber ikki at fáa vørur suður ella framleiddar vørur norður. Harumframt sleppa ferðafólk ikki aftur og fram, hóast tað seinastu vikuna hava verið sera fá fólk við Smyrli.
Facebook viðmerkingar