Tað eru nú í alt 132 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 2667 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 22 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Fimm afturat staðfest frísk
Fimm føroyingar afturat eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Í løtuni eru í alt 38 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.
Tvey fólk eru framvegis innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar