Søkt verður eftir einum heilsurøktar/heilushjálpara at virka sum skrivstovufólk hjá kommunulæknunum í Heilsumiðstøðini í Vági at byrja 1. juli 2020. Talan er um tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi.
Førleikakrøv
- Arbeiðssamur
- Fyrikomandi
- Jaligur
- Teluførleika
- Royndir innan heilsuøki er ein fyrimunur, ikki krav.
Setanartreytir
Talan er um hálvtíðarstarv.
Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknarfreist
Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. apríl 2020 kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til
Vágs kommunu
Teldupost: vagur@vagur.fo
Ella við posti til:
Vágs kommunu
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
Viðm. Starvsfólk á Heilsumiðstøðina
Facebook viðmerkingar