Seinastu vikuna eru tað tilsamans 15 føroyingar, sum eru smittaðir við corona-virus, men sama tíðarskeið eru 45 vorðin frísk og hetta merkir eisini, at talið av teimum, sum eru sjúk, minkar støðugt. Í løtuni eru 64 føroyingar sjúkir við corona.
Landslæknin boðar í morgun frá, at tað nú eru í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5035 kanningarúrslit. Sostatt er ein persónur staðfestur smittaðir seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 120 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar