Stórur svanaflokkur á Vatninum í Vági

Prát um corona er helst tað, sum fyllir allarmest í hesum døgum, men náttúran hugsar ikki so nógv um tað og har gongur alt sína vanligu gongd. Vár er í hond og ber stórt tal av ferðandi fuglum bæði til Føroyar og longur norður boð um tað.

Í gjárkvøldið steðgaði ein stórur svanaflokkur á at hvíla seg á Vatninum í Vági. Tað er ikki óvanligt, at svanar eru á Vatninum hesa ársins tíð, men tað óvanliga er, at flokkurin telur fleiri enn 40 svanar.

Henrik Old hevur at kalla alt lívið búð við Vatnið í Vági og sigur hann, at hann ongantíð hevur sæð so stóran svanaflokk á Vatninum.

Facebook viðmerkingar