Fyrrapartin sendi Strandfaraskip Landsins út SMS-boð um at Smyril “vegna serligar umstøður inni í hylinum hjá Tórshavnar Havn” broytti ferðaætlan og sigldi suður kl. 11 og síðani ikki siglur meiri í dag.
Sambært “korona-ferðaætlanini” skuldi Smyril annar sigla norður av Krambatanga kl. 13.30 og suðuraftur av Havnini kl. 17.
Ikki er greitt hvørjar “serligu umstøðurnar” eru í hylinum hjá Tórshavnar Havn, men um farið verður inn á Marine Traffic, so er orsøkin helst tann, at Norrøna liggur í “krókinum” við Skipafelagið, meðan Eystnes hevur lagt at á vanliga plássinum hjá Smyrli.
Suðuroyingar standa spyrjandi, nú seinnapartstúrurin er avlýstur. Um hetta er orsaka av, at Eystnes og Norrøna taka plássini í hylinum hjá Tórshavnar Havn, so átti at borið til hjá t.d. Eystnes at lagt at í Kollafirði ella í Runavík.
Facebook viðmerkingar