Kl. 21.00 í kvøld, verður aftur sent beinleiðis úr Vb-húsinum í Vági, har suðuroyingar bjóða til hugnaliga kvøldsetu.
Seinastu vikurnar hava hesar kvøldseturnar fingið alt fleiri og fleiri hyggjarar, og í seinastu viku var eisini beinleiðis sending við BUBU, og seinni sama dag konsert við Hans Jacob Hjelm, so hetta studio hevur verið nógv nýtt.
Til kvøldsetuna í kvøld, er húsaorkestrið við Dagfinn Olsen, Hans Jacob Hjelm, Hjalmar Magnussen og Rúna í Lágabø, umframt gestirnar ið kvøld. Og sum gestir er tað Sára Magnussen, ið er systurdóttur Hjalmar Magnussen, ið bæði hevur spælt og sungi til hesar kvøldseturnar, sum í kvøld fer at syngja, og verður tað Hjalmar, ið spælir undir.Umframt Sáru, so er eisini annar gestur og er tað eisini ein vágbingur. Tað er Gudmund Larsen, sum hevur latið úr hondum tveir sangir ið eru “óverdur” og “at elska er at liva”, og sum eisini hava verið spældur í eitt nú kringvarpinum, sum í kvøld vitjar hugnaløtuna.
Nú tað er dymbildagavika, so er hóskandi at spæla onkrar sálmar ella gospelsangir, og tað hevur Hans Jacob Hjelm fyrireika seg uppá. Men lurtararnir og hyggjarnir, kunnu eisini skriva inn við ynskjum um sangir.
Umframt sang, og prát, so eru tvey stutt innsløg á skránni íkvøld, har teknikarnir hava verið úti og vitja eitt eldri par í Vági, umframt at práta verður við unga kvinnu, ið arbeiðir við nýggjum ferðavinnutilboði.
Sending byrjar kl. 21.00 í kvøld, og sæst hon her Hugnaløta í Vb-húsinum
Facebook viðmerkingar