Hjarta mítt fyri fót tín er ein pílagrímsferð í fýra pørtum, har høvundin ferðast inn í andaverðina og sálarheimin við útgangstøði í tí, hon eygleiðir í teirri fysisku verðini.
Hjarta mítt fyri fót tín er bók 1 í hesi røð, og verður givin út á egna forlagnum, Lív. Bókin er 225 blaðsíður.
Lív í Baianstovu, ið hevur skrivað Hjarta mítt fyri fót tín er fødd 15. apríl 1960 í Klaksvík. Hon er sjúkrasystir og lærari í listarligum málburðum og tónleiki.
Virksemið hjá Lív er, at hon arbeiðir fyri heilsu, andaliga, sálarliga og likamliga.
Úrdráttur til skaldsøguna Hjarta mítt fyri fót tín
Ein kærleiksøga í trimum pørtum, ið gongur fyri seg í Føroyum. Forfedrarnir hjá kærleiksparinum verða lýstir í fyrsta parti. Í øðrum parti er tað uppvøksturin hjá ávikavist tí kvinnuliga og manliga partinum, ið verða fortaldir. Í triðja parti er teirra samlív lýst.
Vítt forskjelligu bakgrundirnar hjá høvðuspersónunum Tove og Tóri geva bæði spenningar og nýggja inspiratión til teirra tilveru saman.
Men avleiðingarnar av djúpum sálarsárum, tey ikki sjálvi síggja, stýra tey út í óføri.
Hægri maktir gera vart við seg, og spurningurin gerst, hvør vinnur: destruktivu kreftir misbrúksins ella kærleikin.
Facebook viðmerkingar