Føroyska vinnulívið hevur tørv á, at vit eins og í grannalondum okkara taka stór tøk, so støðan rakar okkum sum minst. Hetta var boðskapur okkara, tá vit fyri hálvari aðru viku síðani vístu vá, at neyðugt var við einum hjálparpakka 2. Og hetta er framvegis boðskapurin, nú hjálparpakki 2 er samtyktur í løgtinginum.
Hóast landsstýrið í fyrstu atløgu ikki var serliga sinnað til at koma við einum hjálparpakka afturat, so fegnast vit í Javnaðarflokkinum um, at landsstýrið tók flestu áheitanirnar til sín. Við hesum uppskotinum til hjálparpakka 2, verður eitt trygdarnet spent undir føroyskar fyritøkur og arbeiðspláss. Men spyrt tú okkum, so er trygdarnetið framvegis ov lítið. Tað eru framvegis ov nógv, sum detta niðurímillum.
Vit samtyktu í dag hjálparpakka 2, tí tað er eingin ivi um, at hesi átøkini eru góð. Men bæði áðrenn og undir viðgerðini av hjálparpakkanum hava vit víst á, at pakkin má hjálpa fleiri. Tað er alneyðugt, skulu vit halda samfelagshjólini malandi, varðveita bjartskygnið og fyribyrgja eini komandi kreppu. Ein kreppa, sum kann hava nógvar húsagangir við sær og harvið stórt arbeiðsloysi. Tað verður okkum nógv dýrari í longdini.
Hjálparpakki 3
Tað eru fleiri fyritøkur og arbeiðspláss, sum ikki verða bjargað við hjálparpakka 2. Tað er tí tørvur á einum hjálparpakka 3. Millum annað vilja vit vísa á, at:
- Fleiri fyritøkur við nógvum
arbeiðsplássum eru líka hart raktar av COVID-19, sum fyritøkur við fáum
arbeiðsplássum. Men hesar hava ofta nógv størri útreiðslur. Tí átti ein
hjálparpakki 3 eisini at tryggjað hesum fyritøkum og arbeiðsplássum ímóti húsagangi.
- Virksemið hjá fiskavirkjum á landi er eisini ávirkað av COVID-19, tí marknaðirnir, sum selt verður til, eru meira ella minni lukkaðir. Tí verður neyðugt at tryggja, at fiskavirki ikki fara á húsagang og fleiri hundraðtals arbeiðspláss hvørva.
- Tá fiskavirkini gevast at taka ímóti feskum
fiski, verður útróðrarflotin eisini hart raktur, og hesum má hædd takast fyri.
- Samstundis skal tryggjast, at
ALS-grunnurin ikki verður tømdur. Um verandi støða heldur áfram leingi, so má
ein ætlan gerast fyri, hvussu landið endurrindar ALS-grunninum.
- Flestu fyritøkur innan ferðavinnuna hava mist at kalla allar inntøkur fyri alt árið. Tí mugu vit hava eina serstaka heildarskipan fyri ferðavinnuna.
Samanhald er vegurin fram
Vit hava havt eitt blómandi vinnulív seinastu árini. Ongantíð hava so nógvar fyritøkur verið stovnaðar. Og ongantíð hevur arbeiðsloysið verið so lágt, sum tað var undan COVID-19. Seinasta valskeið hevði landskassin á leið hálvaaðru milliard í yvirskoti, og er landið tí væl brynjað til hesa avbjóðing.
Uppgávan hjá politisku skipanini er at tryggja, at avleiðingarnar av koronakreppuni verða so lítlan sum møguligt fyri vinnulív, arbeiðsfólk og familjur í Føroyum.
Tað er í tíðum sum hesum, at vit roynast sum samfelag. Og vit roynast best við at standa saman. Lat okkum tí eisini saman tryggja, at hjálpin veruliga munar hjá øllum, sum hava tørv á henni.
Javnaðarflokkurin
Facebook viðmerkingar