Ítróttafeløgini missa milliónir

Føroysku ítróttafeløgini missa 8-10 milliónir krónur í inntøkum næstu fýra mánaðirnar orsakað av korona-kreppuni. Henda veruleika eiga politikarar at viðurkenna og bøta um beinanvegin við serstakari stuðulsskipan

– Í roynd og veru snýr tað seg um at bjarga ítróttinum undan einum hóttafalli, sum tekur langa tíð at byggja uppaftur. Føroyskur ítróttur er í løtuni í vanda fyri at verða sligin eini 30-40 ár aftur í tíðina, um politikarar ikki taka støðuna í álvara, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Bara næstu fýra mánaðirnar missa føroysku ítróttafeløgini minst 8-10 milliónir krónur í inntøkum. Tað vísa tøl, ið ÍSF seinastu tíðina hevur savnað inn frá føroyskum ítróttafeløgum. Politiski myndugleikin eigur beinanvegin at virðismeta føroyskan ítrótt við einari serstakari stuðulsskipan undir korona-kreppuni, er niðurstøðan hjá starvsnevndini í ÍSF.

– Tað er ein stór hjálp, at løntir leikarar og venjarar hava rætt til pengar úr serligu covid19-skipanini hjá ALS, men tað munar alt ov lítið. Um politiski myndugleikin vil ítróttinum væl, so verður ein stuðulskipan sett í verk, sum endurrindar mistar inntøkur og fastar útreiðslur hjá føroyskum ítróttafeløgum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

ÍSF-forsetin vísir á, at fleiri lond hava gjørt serstakar hjálparpakkar til ítróttin. Eitt nú hava bæði Svøríki og Noreg veitt ítróttinum og frítíðarvirkseminum 100-tals milliónir krónur í stuðli.

– Eg rokni við, at øll á ein ella annan hátt sakna ítróttin. Tað er nú, hann er lagdur lamin, at vit síggja veruliga virðið, ítrótturin hevur fyri føroyska samfelagið, ikki minst fyri trivnaðin og fólkaheilsuna – serstakliga hjá børnum og ungum, sigur ÍSF-forsetin.

Elin Heðinsdóttir Joensen minnir á, at ítróttafeløgini longu dúva ein stóran part av sínum virksemi upp á sjálvbodna arbeiðsmegi, og tað verður sera óhugaligt hjá hesum góðu kreftum at brúka komandi árini at savna pengar til at rinda skuld, sum tekur seg upp undir korona-kreppuni. Tað verður tyngri at fáa fólk í nevndir og til onnur sjálvboðin størv.

Facebook viðmerkingar