Barnatiltak og tónleikur beinleiðis av Seglloftinum í kvøld

Sum vit áður hava nevnt, so fara tvey forkunnug tiltøk av bakkastokki í dag.
Frá kl. 18:30 fer Heidi Bech, saman við ommubørnum hennara, at vísa fram hugskot til eina fitta páskaheilsan, ið børn kunnu gera, til onkran tey eru góð við. Eftir tað fer Álvur Enni, ið hevur serstakar gávur sum søguforteljari, at siga eina søgu.

Frá kl. 20:00 verður tað fantastiska Blúsorkestrið og Uni Debess, ið fara at undirhalda við teirra frálíka, lívsjáttandi blúsónleiki.

Tiltakið, ið Tvøroyrar kommuna skipar fyri, verður sent beinleiðis av Seglloftinum á Tvøroyri. Vit tendra upptøkutólini ávíkavist kl. 18:15 og 19:45, so fólk fáa høvi til at seta seg til rættis og finna tiltøkini.

Sent verður á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu á Youtube – hana finna tit her https://bit.ly/39SBWHl og síggja hana eisini á viðfestu myndunum.

Tá vit eru komin til omanfyri nevndu tíðir, mugu fólk endurinnlesa síðuna, soleiðis at tey síggja sjálvt tiltaksleinkið til beinleiðis upptøkurnar. Upptøkurnar verða eisini tøkar eftir tiltøkini.

Vit ynskja øllum eina góða uppliving og einar gleðiligar páskir.

Facebook viðmerkingar