Fyriskipari til Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn

Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn søkir eftir fyriskipara til tíðaravmarkað starv í tíðarskeiðnum 1. mei 2020 – 1. okt. 2020. 

Um Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn

Savnið er mitt á Tvøroyri í Gl. Doktarahúsunum, Doktaragøta 5, FO-800 Tvøroyri. Savnið hevur virkað síðan 1980-árini og eigur fleiri hús og einar 1500 lutir.

Útbúgving og royndir
Tann, ið verður settur, skal hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving á 300 ects frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving. Royndir frá líknandi størvum er ein fyrimunur. 
 

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:• Dagliga fyriskipan og rakstur av savninum• Skráseting av innkomnum tilfari• At savna lutir• At hava savnið opið gerandisdagar• Tilkallivakt• At fyriskipa framsýningar• At miðla tilfar 

Setanarviðurskifti

Fyriskiparin vísir til nevndarformannin á Bygdasavninum.

Starvið er tíðaravmarkað til tíðarskeiðið 1. mei 2020 til 1. okt. 2020, og verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið. 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og CV skal vera Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni í hendi í seinasta lagi 24. apríl 2020. Umsóknir skulu sendast til Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn, Doktaragøta 5, 800 Tvøroyri 2019 doktarahus@gmail.com  

Kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til tlf. 222074

Facebook viðmerkingar