Flogbóltsárið endað – Heilsustøðan avgerandi

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at landskappingin hjá øllum liðum endar nú. Henda avgerð er grundað á hoyringar frá feløgunum og tilmæli frá myndugleikunum viðv. Korona. 

Tað er niðurstøðan hjá nevndini, at tað ber ikki til at hava dystir og kappingar og samstundis halda viðmæltar ásetingar. 

Avgerðin hevur við sær, at eingir dystir verða leiktir afturat hetta kappingarárið og ongar FM-finalur verða leiktar. Støðan í ymisku deildunum nú avgerð FM hetta kappingarárið. Hetta merkir m.a., at Mjølnir er føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum í Meistaradeildini.

Øll uppliva næsta kappingarár

Vit eru øll somul ógvuliga hørm um støðuna, og at FM ikki kann verða avgjørt, so sum vit øll høvdu ynskt tað. Men samstundis vóna vit, at hetta stigið vit nú taka, fer at gera næsta kappingarár møguligt hjá okkum øllum at uppliva og gleðast enn meiri um. 

Facebook viðmerkingar