Kunnu nú skráseta seg til royndarverkætlanina við lívrunnum tilfari

Vágs kommuna: Nú ber til at skráseta seg til at luttaka í royndarverkætlanini í Vágs kommunu, sum fevnir um at húsarhald fara at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. Málið er, at fáa í minsta lagi 30 húsarhald at luttaka í royndarverkætlanini og til ber at skráseta seg niðanfyri.

Tey húsarhald, sum luttaka í royndarverkætlanini, fáa:

  • eina lítla spann til lívrunnið tilfar at hava inni í húsinum.
  • posar, sum upploysast í náttúruni, sum skulu í lítlu spannina.
  • eina tunnu til lívrunnið tilfar, sum stendur uttanfyri húsini, har lívunnið tilfar frá lítlu spannini verður tømt í.

Húsarhaldini fáa eisini leiðbeining um hvussu skiljast skal og ein kalendara við yvirliti yvir nær tunnan við lívrunnum tilfari verður tømd. Vágs kommuna skipar fyri tøming av tunnuni við lívrunnum tilfari, og lívrunnað tilfarið verður brúkt til at gera kompost/sanktutøð.

Royndarverkætlanin er, eins og so nógvir aðrir tættir í samfelagnum, seinkað av corona-smittuni, men nú verður næsta stigið tikið, soleiðis at húsarhald ætlandi fyrst í mai mánað kunnu fara ígongd við at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.

Skrásetingarskjalið er her

Facebook viðmerkingar