Seinasta samdøgrið er ein persónsur staðfestur smittaður við corona-smittuni. Í løtuni eru tað 9 fólk, sum eru smittaði við corona í Føroyum.
Sostatt eru tað nú í alt 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6021 kanningarúrslit.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 176 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar