Corona: 11,5% av føroyafólki kannaði fyri corona-smittuna

Nú eru tað 11,5% av føroyafólki, sum eru kannaði fyri corona-smittuna. Tilsamans er talan 6.021 fólk av samlaða fólkatalinum, sum 1. mars 2020 var 52.337.

Onki annað land í Heiminum hevur kannað so nógv fólk, sum í Føroyum. Sambært corona.fo eru tað í Íslandi kannaði gott og væl 41.000 fólk og svarar hetta til 11,3% av fólkinum. Í Danmark eru umleið 91.500 fólk kannaði og svarar hetta til umleið 1,6% av fólkinum.

Facebook viðmerkingar