Herfyri varð kappast um heitið Ungt Virkið. Tilsamans 7 bólkar luttóku í kappingini: 2 frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali, 2 frá Glasi, 2 frá Tekniska Skúla í Klaksvík og ein bólkur frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Í høvuðsheitum snýr kappingin seg um, at lýsa eitt hugskot og átak av onkrum slagi. Tann bókurin sum vinnur skal luttaka um Danska Meistaraheiti í Ungt Virkið.
Endaliga úrslitið gjørdist, at bólkurin frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy vann kappingina.
Upprunaliga var Helgi Ólavsson einsamallur um verkætlanina sum vann Ungt Virkið. Men fyri at luttaka í DM skulu minst 3 vera í bólki saman. Helgi hevur fingið Tóru Debess frá Búskaparbreyt og Hjalgrím Højgaard frá FHS við sær í bólkin.
Vegleiðari er Bogi Mortensen.
Onsdagin 22. apríl skal bólkunin kappast um Danska Meistaraheiti, sí skrá.
Facebook viðmerkingar