Í hesum døgum fara 1500 tilvildarligir føroyingar í øllum aldri at fáa bræv frá Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, har tey verða spurd, um tey vilja luttaka í kanning av myrkatalinum av korona í Føroyum, t.v.s. eini meting av tí sanna talinum av føroyingum, sum hava havt korona. Foreldur skulu geva samtykki fyri børn og ung, sum eru undir 18 ár.
Nógv fólk eru kannað fyri korona í Føroyumog almenna talið, ið vísir, hvussu nógv hava verið smittað, er møguliga rætta talið av smittaðum í Føroyum í dag. Vit hava tó illgruna um, at tað erufólk í samfelagnum, sum hava verið smittað, men sum ikki eru vorðin kannað. Hetta kann skyldast, at summi hava havt so veik sjúkueyðkenni, at tey ikki fóru til lækna og blivu kannað fyri korona. Tey vita sostatt ikki av, at tey hava havt sjúkuna. Men tað kunnu vit kanna í eini blóðroynd.
Endamálið við hesi verkætlan er sostatt at fáa eina meting av, hvussu nógvir føroyingar í veruleikanum hava havt korona. Hetta verður gjørt við at kanna tilvildarligar føroyingar fyri andevnir í blóðinum móti koronavirus. Vit ætla at kanna hettar nú og so aftur um nakrar mánaðir.
Innsavnan av blóðroyndum fer at ganga fyri seg í 2 vikur, frá 27. apríl til 10. mai. Vit fara runt alt landið at taka blóðroyndirnar, so hetta kann gerast í nærumhvørvinum hjá luttakarunum ella heima hjá teimum. Luttøkan umfatar eina blóðroynd og at svara heilt fáum spurningum.
Tað er av týdningi, at innsavnanin verður gjørd innanfyri so stutt tíðarbil sum gjørligt, og tí vilja vit heita á tey, sum hava fingið bræv um at siga okkum frá sum skjótast, um tey ynskja at luttaka. Tað kann gerast við at ringja til tlf. 211568 ella senda teldupost til eina@health.fo. Frætta vit ikki innan 1 viku, fara vit at ringja til teirra.
Kanningin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu-og Almannagransking. Pál Weihe er kliniskur ábyrgdarhavi og hevur saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, tikið stig til hesa kanning. Aðrir luttakarar eru Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetrinum, Bjarni á Steig og Shahin Gaini, yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Marnar F. Kristiansen, lækni og PhD lesandi á Fróðskaparsetrinum og Eina H. Eliasen, PhD lesandi á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu. Samlaða verkætlanin er fíggjað av Lundbeckfonden og felagnum Nótaskip.
Facebook viðmerkingar