Eftir at hava ráðført okkum við føroysku Korona-ráðgevingina hevur dagliga leiðslan, saman við høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, valt at fylgja tilmælunum frá Korona-ráðgevingini, sum mælir frá at savnast í stórum hópum vegna vanda fyri smittu av Korona. Summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verða tí avlýstar.
Umframt leguvirksemi í Leguhúsinum í Nesvík eru eisini summarlegur í Porkeri og Sørvági. Øll hesi tiltøkini eru avlýst, og onki felagstiltak verður fram til hálvan august 2020. Avlýsingin umfatar eisini familju- og ungdómslegurnar.
Tey, ið hava meldað seg til eina summarlegu, kunnu fáa legugjaldið endurgoldið við at senda teldubræv til info@mission.fo.
Í teldubrævinum skal upplýsast:
– navn og føðingardagur á leguluttakara
– hvørja legu, viðkomandi er meldaður til
– banka- og konto-nr. at flyta pengarnar aftur á
Leiðslan í Heimamissiónini harmast um hesa avgerð, men vit meta tað vera rættast at fylgja almennu tilmælunum viðvíkjandi smittuverju.
Kirkjuliga Heimamissiónin
Facebook viðmerkingar