Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum hava vit gjørt av, at ongar legur verða í Zarepta í summar. Hetta merkir, at familjulegur og summarlegur eru avlýstar.
Summarlegur hava verið í Zarepta á hvørjum ári, síðani vit byrjaðu í 1967. Endamálið við legunum er enn tað sama. Tað er, at vinna børn og ung fyri Kristus.
Hóast tað er hugtungt ikki at kunna hava legur í summar, so gleðast vit um, at Hann, sum Zarepta handlar um – Jesus Kristus – Hann er hin sami.
Nærri kunning verður á heimasíðu okkara www.zarepta.fo
Facebook viðmerkingar