
Vágs kommuna: Seinastu árini er farin fram ein miðvís dagføring av gongubreytum og gøtuljósum í Vágs kommunu. Gongubreytir eru gjørdar av nýggjum og gøtuljósini eru dagførd, har gomlu træpelarnir og gomlu ljósini eru skift út við nýggjar stálpelar og LED-ljós.
Hetta arbeiðið heldur eisini áfram í ár, nú farið er undir at nýgera gongubreytina framvið Marknoyravegnum.
Umframt at gongubreytin verður gjørd av nýggjum, so verða gøtuljósini eisini skift, soleiðis at gomlu træpelarnir verða skiftir við nýggjar stálpelar við LED-ljósum, og pelarnir verða eisini allir fluttir í norðaru síðu á vegnum.
Gongubreytin verður nýgjørd og gøtuljósini skift frá rundkoyringini við Marknoyrarveg, Toftaveg, Vágsveg og út til býarskeltið á Marknoyri.
Arbeiðið fer at taka nakrar vikur og verður heitt á bilførarar um at vísa varsemi, nú arbeitt verður framvið Marknoyrarvegi.
Facebook viðmerkingar