Góða landsstýrið, góða løgting, gloymið ikki háskúlarnar í hesum koronatíðum!
Í verandi undantaksstøðu hava allir skúlar verið afturlatnir, eisini háskúlarnir.
Men háskúlarnir eru sjálvsognarstovnar, hvørki privatar fyritøkur ella 100% landsins ábyrgd. Síðan 12. mars eru øll skeið avlýst, men eins og í hinum skúlunum, so eru starvsfólkini heima við fullari løn, og hús og rokningar skulu røkjast. Tað kostar. Hjá Føroya Fólkaháskúla tosa vit um ein miss á eina fjóðringsmillión í skeiðsgjøldum og gistingum, um virksemið ikki kann byrja aftur fyrr enn í summar. Tað er ein fjóðringur av okkara árligu egininntøku – og sum nú er, veit eingin hvørja ávirkan kreppan fer at hava á næmingatalið til heystar. Enn hava vit ikki fingið at vita nær og hvussu, vit fáa loyvi til at byrja virksemið aftur.
Samstundis er hugsandi, at nógv ung, sum høvdu ætlað sær út í heim til heystar, fara at hava brúk fyri tilboðum í egnum landi – at ferðast í føroysku mentanini og náttúruni, at royna sínar veingir og flyta heimanífrá, men ikki longri burtur enn trygt er. At finna avbjóðingarnar her í Føroyum. Tað er rímiligt at vænta, at tryggleikakenslan hjá nógvum ungum hevur fingið eina skøvu av óvissuni sum nú ræður, og tað er mestsum óhugsandi at rokna við, at landamørk úti í heimi fara at vera opin til at ferðast frítt longu komandi vetur.
Tí vil eg inniliga heita á landsins myndugleikar, ikki at gloyma háskúlarnar, tá hjálparpakkar og stuðulsskipanir verða gjørdar. Koma vit heilskapað gjøgnum hesa tíðina við Korona tiltøkum, so kann tilboðið hjá háskúlunum gerast ein týðandi brúgv víðari út í lívið hjá nógvum ungum.
Tað hevði verið ólukkuligt fyri Føroyar, um landsins elsti háskúli má lúta fyri Korona, og vóna vit, at háskúlarnar kunnu verða partur av eykajáttanarlóg ella hjálparpakka.
Við virðing
Hedvig Westerlund-Kapnas, háskúlastjóri
Facebook viðmerkingar