Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár. Kappróðrarfeløgini eru í kvøld kunnaði um avgerðina, og kappróðrarfeløgini taka undir við avgerðini hjá Róðrarsambandi Føroya.
Koronaráðgevingin metir ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár.
Vísandi til greiðu boðini frá Koronaráðgevingini, mælir Róðrarsamband Føroya somuleiðis frá, at vant verður í bátunum.
Facebook viðmerkingar