Tað eru framvegis í alt 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6171 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin nýggjur tilburður staðfestur seinastu tveir dagarnar.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar