Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann halda fram eftir støðuna við korona?
2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan hátt at hjálpa háskúlum fíggjarliga eftir, at virksemi er darvað av koronastøðuni?
3. Nær fara háskúlarnir at fáa kunning um, nær og hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur.
Viðmerkingar: Fleiri skúlar eru kring landið, ið koma undir lógina um háskúla. Skúlarnir eru sjálvsognarstovnar, og tískil hvørki privatar fyritøkur ella beinleiðis almennir skúlar. Sostatt eru hesir skúlar í einari serstøðu. Stjórin á Føroya Fólkaháskúla hevur gjørt vart við, at tey missa inntøkur, og at tey ikki vita nær, ella hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur. Fyri at fáa greiðu á hesum ivamálum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 24. apríl 2020
Beinta Løwe Jacobsen
Facebook viðmerkingar