Hvalbiar kommuna: Í løtuni er nógv virksemi á havnarlagnum í Hvalba
Byrja er uppá nýggja bátahylin millum Bíargarð og Hamranes og eisini er byrja at taka grót upp aftur, sum fór niður í bátahylin á Hamranesi.
Fyri uml. einari viku síðani varð byrja at taka grót niður á vestara armi á grótkastinum á Hamranesi og at fylla nakað út av grótkastinum til nýggja bátahylin.
Í gjár, varð so fari undir at fylla til nýggja bátahylin frá Bíargarði.
Mánadagin var Sam á Hvalba við einari maskinu, sum skal fara undir at taka grótið upp úr hylinum á Hamranesi, sum fór í briminum síðst í februar og fyrst í mars.
Í samband við at grót veðrur koyrt til nýggja bátahylin, stendst nakað av tungari ferðslu av hesum. Tað er okkara vón at hetta kemur at ávirka sum minst.
Í løtuni liggja eisini fleiri útróðrarbátar aðrastanis frá, sum rógva út úr Hvalba.
Facebook viðmerkingar