GÓÐAN FLAGGDAG

Í dag eru 80 ár síðani, at okkara Merkið fekk altjóða viðurkenning, sum tjóðarflagg okkara.

Sum útvarpið segði, so er ongin flaggdagur uttan flaggdagshald, men íkomna støðan ger, at hetta verður eitt sindur øðrvísi í ár.

Tí hava vit savnað ein lista av fleiri háttum, mann kann halda flaggdag í dag.

– Koyr Merkið á vangamynd tína. Vit hava framleitt hetta, til at hátíðarhalda flaggdagin??

Fleiri flaggdagshald verða stroymd kring landið. Her eru nøkur:

– Klokkan 11 spæla nakrir tónleikarar úr Havnar Hornorkestri sangir fyri búfólkinum á Boðanesheiminum. Tað kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=o9rkgif2E1A

– Klokkan 14 verður røðan hjá Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu, stroymd á Facebook síðuni hjá Leirvíks Páll Skótum

– Klokkan 17 verður flaggdagshaldið í Klaksvík stroymt á Klaksvik.fo

– Klokkan 17 verður flaggdagshaldið í Vági stroymt á facebook síðuni Hugnaløta í VB húsinum

Facebook viðmerkingar