Montørar til Rakstrardeildina hjá SEV í Suðuroy

SEV sóknast eftir tveimum montørum til Rakstrardeildina, sum umsitur elnetið í Suðuroynni.

Uppgávur

Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum í oynni. Á deildini í Suðuroy starvast í løtuni  3 fólk, sum hava drúgvar royndir innan lág- og háspenningsøkið.

Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum handverkari. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir á eløkinum. Vit ímynda okkum, at tú hevur arbeiðsroyndir, áhuga í eløkinum og dámar bæði at arbeiða sjálvur og saman við øðrum.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Eisini er neyðugt, at tú er kropsliga væl fyri. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Øll oyggin er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um nakað av ferðing.

SEV

SEV bjóðar tær:

  • Upplæring
  • Ávirkan á egið arbeiði
  • Viðkomandi skeið

Løn

Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Otto West, Økisleiðara, á telefon 225513. Umsóknarfreistin er mikudagin 13. mai 2020.

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Elfelagið SEV

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

T-postur: starv@sev.fo

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 161 fólk eru í føstum starvi hjá SEV. Hesi starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Facebook viðmerkingar