Bú- og Heimatænastan í Suðuroy: Dagtilhaldið latið uppaftur í fyribils hølum

Í góðum samstarvi við Vágs kommunu og Betania í Porkeri er dagtilhaldið hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, sum vanliga heldur til á Hamragarði, nú latið uppaftur í hølunum hjá Fjarlestrardeplinum í Vági og í hølunum hjá Betania í Porkeri.

Sum liður í at fyribyrgja smittu av corona-virus inn á eldraheim í Suðuroynni, var dagtilhaldið á Hamragarði afturlatið í fyrru helvt av mars. Hetta rakti sum verða man fleiri einligar eldri borgarar úr allari oynni sera meint, tí tey høvdu dagliga gongd á dagtilhaldinum á Hamragarði.

Nú er so dagtilhaldið latið uppaftur sum tilboð fyri tey, sum eru einlig, soleiðis at tey kunnu fáa so innihaldsríkan gerandisdag sum gjørligt. Byrjað er í smáum bólkum og atlit verða sjálvsagt tikin til tilmælini um frástøðu og handreinføri.

Umframt vanliga virksemi á dagtilhaldinum, so verður eisini skipað fyri venjing til tey eldri á dagtilhaldinum og eisini til fólk heima umvegis internetið.

Facebook viðmerkingar