Søkt verður eftir einum lærara skúlaárið 2020/2021.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/2021, sum er leyst at seta í samband viðavlopstímar. Starvsbrotið er áleið 0,80.
Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept. 2020.
Tann sum sett/ur verður skal:
Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
Dugu at samstarva og er fyrikomandi.
Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum.
Vera við til áhaldandi at menna skúlan.Vera stundislig/ur og nærlagdur.
Okkum tørvar lærara, sum kannundirvísa í:
Støddfrøði, alis-evnafrøði, donskum, heimstaðarlæru, náttúru og tøkni.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving, og førleika í nevndulærugreinum.
Umsøkjarar, sum ikki hava læraraprógv, men aðra viðkomandi útbúgving kunnu eisini søkja.
Lønar og setanartreytir:
Lærara starvið verður lønt í lønarflokkinum 18.1-29.2.Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi seinast fríggjadagin 13.mai.2020 kl 12:00. Umsóknir skulu sendast við telduposti til maj-britt.jacobsen@skulin.fo
Nærri fæst at vita við at venda sær til Maj-Britt Jacobsen , skúlaleiðara, á tlf: 224501.
Í Sumbiar skúla eru 36 næmingar frá 1. til 7. flokk. Tríggirlærarar eru í føstum starvi
Facebook viðmerkingar