Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 248 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2020

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2020 var 248,1 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 17,9 túsund tons í kruvdari vekt, harav 10,7 túsund tons vórðu tikin í Føroyum og 7,3 túsund tons í Skotlandi. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 192,1 milliónir krónur. Lægri tøka minkaði um rakstrarúrslitið hjá aligeiranum. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarhall á -10,8 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 40,2 milliónir krónur.

8. oktober 2019 keypti Bakkafrost meginpartin av The Scottish Salmon Company (SSC) í Skotlandi. Frá hesum degi at rokna er SSC ein partur av Bakkafrost samtakinum, og skulu roknskapartølini frá SSC frá hesum degi roknast við í samlaða roknskapin hjá Bakkafrost samtakinum. Hettar merkir, at øll tey nevndu roknskapartølini í hesum tíðindaskrivi eisini umfata SSC – uttan so, at tað er greitt frámerkt. Roknskapartøl frá SSC, ið viðvíkja tíðarskeiðum áðrenn keypsdagin, eru ikki við í samlaðu roknskapartølunum hjá Bakkafrost samtakinum.

Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var eitt hall á -148,0 milliónir krónur í mun til eitt yvirskot á 212,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 17.935 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 10.667 tons tikin í Føroyum í mun til 13.707 tons sama ársfjórðing í fjør, og 7.268 tons vórðu tikin í Skotlandi.

Tilsamans vórðu 3,3 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi. 2,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering vórðu 1,7 milliónir smolt sett út í Føroyum í sama ársfjórðingi í fjør.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

„Sum heild eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum, sum hevur verið sera avbjóðandi. Tað er júst í slíkum tíðum sum hesum, at vit síggja styrkina í okkara samfeldu virðisketu og serstakliga í at hava stóra framleiðsluorku og smidleika í góðskingargeiranum. Eftir stuttari tíð eydnaðist okkum at broyta nøgdirnar frá dagsprísmarknaðinum til góðskingargeiran fyri liðugvørur og kundu tí varðveita eina høga framleiðslu.

Vit eru fegin um, at sameiningin av SSC við Bakkafrost er á rættari kós, og at vit longu síggja, at raksturin í Skotlandi er í menning; men ítøkilig úrslit síggjast væntandi ikki fyrr enn seinni í ár. Starvsfólkini í Skotlandi og Føroyum eru sera áhugað, og samstarvið teirra millum er sera gott. 

Lívfrøðiliga gongdin er eisini sera góð við góðum vøkstri bæði í Føroyum og Skotlandi.

Avbjóðingarnar hendan ársfjórðingin hava verið: Ein óvanliga veðurringur januar mánaður, sum minkaði um fiskiskapin eftir fiskasløgum, ið nýtt verða til rávøru hjá Havsbrún, og tessvegna minkaði framleiðslan – ein ógvislig ódn í endanum á februar mánaði, sum hevði við sær eitt felli á 1,2 milliónir fiskar – og so útbrotið av alheimsfarsóttini korona (Covid-19).

Síðan februar mánað hevur Covid-19 órógvað laksamarknaðin við tí úrsliti, at dagsprísurin á laksi er fallin ógvisliga og hevur volt stórar flutningstrupulleikar við flogførum. Eftir fáum vikum er eftirspurningurin eftir laksi broyttur til frama fyri retailmarknaðin, men til stóran bága fyri HORECA- geiran (hotell, matstovur og kaféir o.l.), ið keypa feskan heilan laks.

Áhugavert verður at síggja, um stóra talið av nýggjum brúkarum, ið keypa laks frá sølumiðstøðum, verður partur av øktum eftirspurningi eftir laksi, tá ið HORECA-geirin opnar aftur komandi vikurnar og mánaðirnar.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 202,9 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2020 samanborið við 229,7 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 29,7 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2020.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á -10,8 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2020 í mun til eitt yvirskot á 1,3 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2020 var 40,2 milliónir krónur samanborið við 65,3 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Samanumtikið var úrslitið hjá Bakkafrost munandi tarnað av óhepnu marknaðargongdini, ið stóðst av koronafarsóttini, serstakliga móti endanum av fyrsta ársfjórðingi 2020.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 988,5 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2020 í mun til 522,0 milliónir krónur sama ársfjórðing 2019. Bakkafrost hevði 2.465,3 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2020.

Orsakað av óvissuni, ið stendst av koronafarsóttini, hevur nevndin í Bakkafrost avgjørt at útseta avgerðina um útlutan av vinningsbýti fyri 2019 til 25. august 2020, tá ið hálvársroknskapurin verður lagdur fram.

ÚTLIT

Marknaður

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 2% í fyrsta ársfjórðingi 2020 í mun til sama ársfjórðing 2019. Sum heild var marknaðurin tarnaður av koronafarsóttini, serliga móti endanum av ársfjórðinginum, og væntandi fer hetta at halda fram nakað enn. Tískil er óvissan um marknaðarútlitini størri enn vanligt.

Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í øðrum ársfjórðingi 2020 verður mettur til áleið 2-4% samanborið við sama ársfjórðing 2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2020 verður mettur til umleið 2-4% samanborið við 2019.

Aling

Útlitini fyri alingina í Føroyum eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Nógvir møguleikar eru fyri at betra um alingina í Skotlandi. Betringar fara at síggjast so líðandi seinni í ár og enn meira komandi árini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Bakkafrost leggur stóran dent á bert at nýta lúsaniðurberjing við mekaniskari viðgerð. Hettar merkir, at laksurin annaðhvørt verður spulaður við sjógvi ella sleppur at svimja í feskvatni. Tískil eru gjørdar stórar íløgur í skip, tøkni og útgerð til mekaniska viðgerð og til mekaniska reinsan av nótum.

Dygdin á smoltinum er eisini hækkað munandi, og strategiin við størri smolti og mekaniskari lúsaniðurberjing virkar nú væl í Føroyum. Bakkafrost fer at víðka hesa strategi til eisini at umfata alingina í Skotlandi.

Samanumtikið hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum verið góð í fyrsta ársfjórðingi 2020 við góðum vøkstri og lágum felli. Undantikið er tó stóra fellið, ið stóðst av ódnarveðrinum seinast í februar, tá ið áleið 1,2 milliónir fiskar doyðu. Orsakað av hesum er tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2020 lækkað til 50.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum. Hinvegin er tøkumetingin hækkað til 39.000 tons í Skotlandi. Aligeirin í Skotlandi hevur gjørt avtalu um sølu av umleið 25% av ætlaðu tøkuni í Skotlandi í 2020.

Í 2020 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 15,0 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 12,4 milliónir smolt í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 47% av væntaðu føroysku tøkuni í øðrum ársfjórðingi 2020 og 40% av samlaðu føroysku tøkuni í 2020. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2020 er 1.162 túsund tons, sum er ein hækking á 2% samanborið við 2019.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2020 verður væntandi lægri enn í 2019. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2020 er hækkað og verður mett til 110.000 tons.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost.

Íløgur

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.

Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini.

Fíggjarliga støðan

Hóast stóru óvissuni, ið stendst av koronafarsóttini, eru langtíðarútlitini fyri altjóða laksamarknaðin til fyrimuns fyri Bakkafrost. Bakkafrost hevur longstu virðisketuna í vinnuni og kann við hesari framleiða hágóðskulaks til lágan framleiðslukostnað. Hettar gevur ein avgerandi kappingarfyrimun og størri fíggjarligan smidleika framyvir.

Í fjórða ársfjórðingi 2019 endurfíggjaði Bakkafrost alt samtakið við 352 milliónum evrum til føroyska virksemið umframt møguleika til 150 milliónir evrur í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum pundum.

Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Facebook viðmerkingar