Árið 2019 var eitt miðalár hjá Posta. Sølan vaks til knappar 120 milliónir kr, meðan rakstraríkastið var á leið tað sama, sum undanfarin ár, 11 milliónir kr svarandi til gott 9% av søluni.
Úrslitið fyri skatt er yvirskot upp á 330 túsund kr. Serliga er tað fraktparturin, sum er vaksin, bæði loftvegis, sjóvegis og innlendis. Dótturfelagið PostaLogistics í Danmark hevði somuleiðis vøkstur í søluni, ikki bara til Føroyar, men eisini til aðrar marknaðir.
Í 2019 var arbeitt við at einskilja Posta, men hetta bar ikki á mál og hevði tað neiliga ávirkan á raksturin í 2019.
Í árinum hevur Posta lagt dent á víðari menning av felagnum samsvarandi strategiini um effektivitet og menning. Hetta sæst aftur í vaksandi søluni, sum gevur Posta eitt framhaldandi gott fundament framyvir.
Í framtíðini eiga øll viðskiftafólk at kunna avgreiða síni viðurskifti við Posta talgilt, tað verði seg at avgreiða toll og mvg, at keypa flutning uttan úr heimi ella innlendis flutning.
Hesa tíðina samfelagið hevur koyrt við avmarkingum, grundað koronastøðuna, hevur Posta alla tíðina veitt somu dyggu tænastu. Hópin av nethandlum eru komnir seinastu mánaðirnar, og hava flestu valt at brúka tænasturnar hjá Posta.
Í nevndini eru Joen Magnus Rasmussen formaður, Reidar Nónfjall næstformaður, Guðrið Højgaard, Gudny Langaard og Jóannis Iversen og Bjarki Poulsen starvsfólkavald umboð.
Andras Róin og Jóna Olsen eru farin úr nevndini, meðan Joen Magnus Rasmussen og Gudny Langaard eru nývald.
Facebook viðmerkingar