Korona-órógvin hevur rakt føroysku ferðavinnuna meint – bæði gistingarhús, bussfeløg, ferðaleiðarar, matstovur og mong onnur. Vit hava tí gjørt av at bjóða til alternativar setur í Føroyum saman við eini røð av føroyskum fyritøkum og góðum lokalum kreftum, siga Unn og Tróndur frá Sólorku, sum í summar bjóða “Góðalív í Vági”.
Vit fara at njóta ta vøkru náttúruna í Suðuroy og spennandi og visionera upplivingar-umhvørvið í Vági saman við nógvum av tí, sum vit plaga at njóta í Spania, greiða tey bæði frá.
Vit hava útferðir, verkstovur, fimleik og annað mangt, sum sólorkugestir eru vanir við. Og eins og vit vanliga gera í Spaniu, so hava vit eisini Vaglið, og sum vant letur tað upp kl. 18 við framløgum, undirhaldi, tónleiki og sangi, og hvørt kvøld ber til at hittast í Sólorkuklubbanum, siga Unn og Tróndur.
Góðalív í Vági er sjálvandi ikki bara fyri fólk norðanfjørðs. Vit hava hvørt ár nógvar gestir úr Suðuroynni við Sólorku, og hesi eru sjálvsagt eisini vælkomin til Góðalív í Vági.
Góðalív í Vági er á skrá frá 5. til 8. juli og aftur frá 10. til 13. august. Og lesast kann meiri um Góðalív í Vági, umframt at bíleggjast kann her.
Facebook viðmerkingar