Nú støðan viðv. corona í Føroyum er broytt, ongin er smittaður í Føroyum, verða alsamt fleiri tilboð skipaði aftur, sum vóru fastur partur av gerandisdegnum áðrenn corona-smittan kom til Føroyar um miðjan mars.
Eitt av tilboðnum er eldrafimleikurin hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, sum nú verður skipaður aftur. Tilboðini er galdandi fyri borgarar eldri enn 65 ár, búsitandi í Suðuroy. Ikki er neyðugt við tilmelding. Tað er bara at møta upp.
Venjingartíðirnar eru hesar:
Ítróttarhøllin í Trongisvági:
· Mánadag kl. 14.00
· Tórsdag kl. 10.00
Ítróttarhøllin í Vági
· Týsdag kl. 14.00
· Fríggjadag kl. 10.00
Páls Høll:
· Mánadag kl. 8.30
· Páls Høll er eisini opin sum vant tórsmorgun kl. 8.30, men ongin skipað venjing er við fysio- ella ergoterepeauti hjá BHS.
Facebook viðmerkingar