Salt Jarðarinnar – Jarðarinnar Salt

Skráin fyri tiltakið er hendan:

  • Ólavur Rasmussen bjóðar vælkomin.
  • Hornorkestrið spælir.
  • Rannvá og Guðrið bjóða fólki til “Langborðsperformance”
  • Frá kl 14:00 til 14:30 biða framsýnarir um fulla attentión.

SALT bjóðar ókeypis pinnamat og katalogið fæst til keyps fyri 50 kr.

Ókeypis atgongd.

Vit fylgja almennu tilmælinum um í mesta lagi 100 fólk. Fyri at tryggja áskoðarunum atgongd til framsýningina, verður, um neyðugt, ferniseringin endurtikin, so at øll sleppa inn.

Hjartaliga vælkomin.

Um framsýningina

Saltjavnvágin er avgerandi fyri, um náttúran livir ella oyðist. Á framsýningini taka vit støði í serligu funktiónini, sum húsið hevur havt. Við heitinum sipa vit eisini til spirituellu dimensjónina, menniskjans serliga perspektiv á síni ferð frá upphavi til týning. Vit taka støði í tilfarinum salt, og í serligu staðsetingini hjá siluni við sjóvarmálan.

Verkið er ein installatión, sum hevur skap av eini stórari, trívíðari salttinnu. Ein konstruktión úr viði umleið  5lx 5b x 4h m., sum man kann fara inn í, og sostatt gerast partur av við sínum egna kroppi. Tá ein kemur nærri at skulpturinum/installatiónini  finnur ein smærri verk úr blandaðari tøkni, sum lýsa hesi evni úr ymsum sjónarhornum: saltjavnvágina, vistskipanina, (dýr)gripir,kropp og náttúrunnar viðbrekni.

Perspektivið er uppá tað mista paradísið øðrumegin, og ivan og angistina fyri tí ókomna hinumegin.

dagurin

letur seg úr sínum kjóla

av bláum vindi

ráari mjólk

og salti

Tvær turrar saltrípur eftir kjálkunum

Vindblást oyðumørk um ennið

Upp úr einseminum veksur ein tistilblóma

Undrandi kørg

Purpurreyðu trevsurnar leita blint í kring eftir ljósi

Facebook viðmerkingar